Í komandi viku verður brúkarnavn og loyniorð til Mingoville sent øllum skúlum.
Hetta er eitt administrator loyniorð, og við hesum ber til hjá skúlunum at skráseta lærarar og næmingar, sum ynskja at brúka Mingoville. Tá administrator hevur skrásett lærarar og flokkar, kann hvør lærari stovna næmingar og knýta teir til flokkin. Vit mæla skúlunum til at brúka brúkaranavnið og loyniorðið til FirstClass. Ætlanin er í framtíðini at brúka felags logg-in til tænastur til skúlaverkið, men enn er tøknin tíverri ikki klár til endamálið.
Tað er skjótari hjá Snartoyminum at fáa samband við skúlan, um lærari á skúlanum (telduvørður ella umboð fyri lærugreina enskt) sendir teldupost til wenche.andreassen@(if you can see this please update your browser)skulin.fo . Vit vegleiða um ivamál og trupulleikar eru.
Her á Snar er slóð til Mingoville, og beinleiðis tilskrift er www.mingoville.com .
Wenche Andreassen, ritstjóri á Snar