• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Skúlin og Christianskirkjan

06.04.2009
Nú páskirnar standa fyri durum, hava skúlarnir í Klaksvík sett sær fyri at lýsa hesa høgtíð eitt sindur meira ítøkiliga, saman við Christianskirkjuni.

Mikudagin 1. apríl var forskúlin saman við barnagørðunum í kirkjuni, har Hanus Simonsen prestur greiddi frá uppi við altarið og úti í forkirkjuni var ein filmur vístur. Eisini varð sungið hjartaliga og fagurt, so sum barnasangur altíð er.

Hósdagin 2. apríl vóru 1. 2. og 3. triði flokkarnir frá Skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna. Óli Olsen lás upp úr líðingarsøguni og Hanus, prestur greiddi hugtakandi frá, hvussu etið varð á Jesu døgum. Eisini um hvussu teir lógu og ótu og um siðir í sambandi við páskirnar. Vaska sær føturnar, smyrja oljur uppá, eta oliven, urtir, súrgað breyð, páskalambið og teir fýra ymisku kalikarnar, drukkið varð av, tó at tann eini stóð eftir.

Tað var so kvirt sum til eina vanliga guðstænastu, hóast talan var um hópin av børnum, sum líddu á. Børnini vístu tiltakinum stóran áhuga og høvdu nógv at spyrja um. Og tá ið prestur spurdi tey onkrar spurningar, dugdu tey eisini væl at svara uppá.

Í fleiri ár hevur verið siðvenja, at skúlarnir hittast í Christianskirkjuni til eina jólaguðstænastu. Tá plagar at verða tikið til hvussu vakurt sangurin gongur og serliga Gleðilig jól, tá ið takið hevur hug at lætta sær á.

Tí kann sigast, at hetta er eitt frálíkt framhald av hesum siði, at páskirnar nú verða tiknar við. Og betri karmar enn, Christianskirkjan til hetta høvið, finnst ikki.

Tá ið tú so eisini hevur ein so vinsælan, skemtiligan og fyrikomandi prest sum Hanus, afturat øllum hinum skilagóðu lærarunum – ja, so kann eitt slíkt tiltak ikki annað enn eydnast til fullnar.

Góð páskir.

Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu.

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021