• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Tíðarlinjur sum undirvísingaramboð

10.09.2009
Eitt alternativ til vanliga uppgávuskriving kann vera at lata næmingarnar lýsa eitt evni við eini tíðarlinju, ið kann innihalda tekst, myndir og filmsbrot.

Á síðuni http://www.xtimeline.com/ er møguligt hjá næmingum o.ø. at stovna eina ókeypis vangamynd, og síðani at gera eina tíðarlinju um øll hugsandi og óhugsandi evnir.

Hetta kann nýtast sum ein alternativur máti hjá næmingum at lata uppgávur inn. Ístaðin fyri ta vanligu skrivaðu uppgávuna, kunnu næmingarnir gera eina tíðarlinju, við teksti, myndum og filmsbrotum, fyri eitt nu ein rithøvund og ritverk hansara, ella tað kundi verið ein tíðarlinja yvir eitt ávíst søguligt evni.

Ein annar møguleiki er at gera eina tíðarlinju yvir venjingar í alisfrøði, og lata tær telja sum eina rapport.

Niðanfyri er eitt dømi um eina tíðarlinju.

http://www.xtimeline.com/timeline/Martin-Luther-King

Um lærarar og næmingar taka av hesum møguleika og fara at gera tíðarlinjur, høvdu vit á Snar-ritstjórnini ógvuliga fegin vilja fingið loyvi at leggja tær út á Snar, so onnur eisini kunnu fáa gagn av teimum.

snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

Sigfríður Abrahamsen, ritstj.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021