• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Títt lív - Títt ástarmál - Títt val

29.09.2009
Vanliga verður harðskapur ikki settur í samband við ástarsamband, men hetta er vanligari enn vit halda. Ja, heilt niður til tey fyrstu tannárini. Landsfelagið fyri kreppuhús í Danmark (LOKK) hevur tikið stig at menna nettøkt undirvísingartilfar.

Kanningar vísa, at tey ungu hava lættari við at góðtaka harðskap í ástarsambandinum. At tosa um slíkt er "tabu", t.v.s. at slíkt er óhóskandi at práta um. Av somu orsøk hava ung trupult við at fáa hjálp og stuðul í slíkum viðuskiftum.

Undirvísingartilfarið er ein danskur filmur uppá 45 min. og eitt samvirkið spæl. Tað er ætlað ungum frá 7. flokki og eldri og gevur teimum innlit í kærleikans viðurskiftið og hjálpir teimum ungu at kenna síni mørk og at seta mørk.

Tilfarið kann heintast á: www.hjerteogsmerte.dk/

Les meiri á www.ditforhold.dk/

 

Lagt út: Heini Nygaard, ráðgevi á LMS

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021