• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Undirvísa og ikki prædika

26.04.2012
Nýggjar kristnibøkur skriva søgu

Í samrøðu við Skúlablaðið sigur Jón Magnus Joensen, lærari og høvundur, at lærarum er álagt at undirvísa og upplýsa um kristindóm, ikki at prædika.

- Hetta er grundarlagið undir nýggja kristnitilfarinum til miðdeild fólkaskúlans, sigur hann.
Bøkurnar í kristni, sum koma í summar, fylgja nýggju námsætlanum fólkaskúlans, har dentur verður lagdur á tolsemi fyri øðrum átrúnaðum enn bara kristindómi.

- Í so máta eru bøkurnar søguligar, tí fremmandur átrúnaður hevur ikki verið tikin við í grundbøkur í kristni í fólkaskúlanum áður, sigur Jón Magnus og vísir á, at dentur hevur verið lagdur á, at tilfarið skal vera júst so objektivt, sum námsætlanin leggur upp til, uttan at gloyma Bíbliuna og Fólkakirkjuna, sum natúrliga fylla nógv.

Arbeiðið við kristnibókunum byrjaði við einum hugaroksfundi á gomlu Landsmiðstøðini, har Nám er nú. Her vóru kristnilærarar úr øllum landinum møttir. Teir vórðu settir í tríggjar bólkar, ið skuldu finna viðkomandi evni at brúka í kristni í grunddeild, miðdeild og framhaldsdeild.

- Eg var heppin og fekk uppgávuna at gera nýtt tilfar til kristni í miðdeild, sum í hesum føri er 4.-6. flokkur. Beinagrindina í bókunum bygdi eg eftir hesum fundi og so námsætlanini fyri kristni, sigur Jón Magnus Joensen, sum er lærari við áhuga fyri bíbilskari myndlist, og skjótt er hann eisini útbúgvin kirkjuorganistur.

- So metti eg um tilfarið, vigaði og soldaði til og frá, so talan bleiv um eitt skipað fjølbroytni og samstundis nakað, ið var fangandi og nøktandi til hvørt floksstig í miðdeild í kristini. Sum høvundur varð mín fremsta uppgáva at skipa tilfarið, so tað fevndi um bíbliufrásagnir og bíbilskar persónar, dogmatikk, høgtíðir og lívsevni at tosa um, sigur Jón Magnus í viðtali við Nám, sum er endurgivið í nýggjasta Skúlablaðnum.

- At geva út eina skúlabókaheild er ein drúgv og tíðarkrevjandi tilgongd, men tað er spennandi, ikki minst, tá ið teknarin, Hannis Egholm, kemur inn í myndina, og tú at enda stendur við lidnu bókunum í hondini.

Og lærugreinin kristni er týdningarmikl í skúlanum, heldur Jón Magnus Joensen, rithøvundur hjá Námi. Men lærugreinin – og skúlin – mugu vera fevnandi.

- Vit eru eitt kristið land, og skúlin byggir í lógarverkinum á hesa sannkenning. Tí meti eg tað hava stóran týdning, at næmingarnir læra at kenna okkara kristna siðaarv, sum eisini er ein so stórur partur av okkara list og mentan. Men helst skal hetta verða framt soleiðis í undirvísingini, at kristni siðaarvurin er viðkomandi og ikki ein forðing, ella nakað, sum hoyrir eini fornari tíð til. Tað skal vera sjálvsagt pláss fyri teimum, ið ikki eru kristin. Skúlin skal vera fevnandi, innkluderandi, so hesi eisini koma upp í part og ikki øvut. 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021