• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Vinir mínir og eg á skeið

30.03.2012
Skeið í kristnibókum.

Í mars mánaði hava Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo havt skeið í teimum báðum fyrstu bókunum í "Vinir mínir og eg"-røðini. Bókarøðin er ætlað til lærugreinina Kristnikunnleiki og Átrúnaður í fyrsta, øðrum og triðja flokki. Seinasta bókaheildin í røðini kemur út í summar.

Á skeiðinum vístu Tóra og Jónfríð, hvussu bókaheildirnar, sum fevna um næmingabók, fløgu, lærarabók, loggbók og uppgávur á Snar, kunnu verða brúktar í kristnitímunum, og hvussu lærarar kunnu skipa fyri fjølbroyttari og mennandi undirvísing í kristni við práti, søgu, sangi, spæli og leiki.

Millum annað greiddu tær frá, hvussu "Vinir mínir og eg" leggja upp til at læra næmingarnar at lurta eftir søgum og frásagnum, samskifta um søgur í Bíbliuni og tosa um kristindómin og innihaldið í bíbilsku frásagnunum. Bøkurnar eggja eisini næmingar at kunnu seg við kirkju og samkomuhús á staðnum og læra um aðrar lívsfatanir og siðir.

- Gott, hugnaligt og inspirerandi, segði ein lærari um skeiðið í nýggju kristnibókunum.

Skeiðsluttakarnir dámdu serliga væl, at teir kundu vera virknir á skeiðinum, bæði við kjaki og handligum arbeiði. Harumframt fegnaðust fleiri lærarar um, at skeiðið vardi í tveir dagar, tí tað gav rúmd fyri reflektión og at tosa um teir tankar, sum fyrri dagurin setti í gongd. Tóra og Jónfríð fingu eisini rós fyri at vera bæði kreativar og fakliga dugnaligar.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021