Veðurlagið á jørðini er farið at broytast. Jørðin er hitnað, og vit vita nú við stórari vissu, at tað er av mannaávum. Vit kunnu eisini siga við stórari vissu, at veðurlags¬broytingarnar fara at halda fram og versna í komandi tíðum. Hesar broytingar stava frá tí, at vit menniskju lata nøkur evni út í luftina, tá ið vit brenna olju, kol ella gass og av øðrum virksemi. Hvussu ringar avleiðingarnar verða, er treytað av, um vit klára at avmarka útlátið av hesum skaðiligu evnunum.