Í heftinum eru arbeiðsuppgávur til søgusavnið Ábal og aðrar søgur, ið er eitt úrval av tekstum eftir Sverra Patursson. Ábal og aðrar søgur er ætlað elstu flokkum fólkaskúlans, t.e. framhaldsdeildini. Stuttsøgurnar í savninum eru um vinarlag, kærleika, deyða, sorg og torgreinda sinni menniskjans.
Lydia Didriksen hevur gjørt arbeiðsuppgávurnar og somuleiðis viðgjørt stuttsøgurnar lesinámsfrøðiliga. Arbeiðshefti kom út í 2000.
Lærugrein: Føroyskt
Kjarnaøki: Skrivaða málið