Símun Arge, Savnvørður, cand.mag, Føroya Fornminnissavn (18-04-2007)
– eitt ískoyti til ein horvnan part av føroyska húsarhaldinum.
Hóast nøkur fá svín verða umrødd í skjølum frá tíðini aftan á Trúbótina, hevur svínahald ikki verið partur av vanliga húsarhaldinum her í oyggjunum. Ørgrynna av væl varðveittum djórabeinum, funnin við fornfrøðiligu rannsóknirnar í Junkarinsfløtti heima á Sandi seinnu árini, hevur elvt til nýhugsan um forna føroyska búskapin. Grundað á djórabeinafrøðiligar kanningar verður tilfarið av svínabeinum mett í mun til staðanøvn og sjónligar fornfrøðiligar leivdir í lendinum fyri á tann hátt at gera niðurstøður um, hvørt svínahald hevur verið av týðningi her á landi.
Aldurstrin: Frá 8. flokki
Lærugrein: Søga og samtíð
Kjarnaøki: Søga í fortíð og samtíð