12 síður við kunning um gagnplantur. Fínar myndir av plantunum og stuttur kunnandi tekstur um, hvat planturnar hava verið gagnnýtt til og hvussu tær eru komnar til landið.
Náttúrugripasavnið hevur gjørt tilfarið til Savnsfagnaðin 2011.
Skúlar og næmingar eru altíð vælkomnir at vitja savnið og brúka tilfarið í undirvísingini.
Tilfarið kann við tillagingum brúkast í fleiri flokkum.
Lærugrein: Náttúra og tøkni
Aldurstrin: 4.-6. flokkur
Kjarnaøki: Heimstaðurin
Førleikamál: At greiða frá um ávísar plantur og kenna vakstrarstøðini.