Til Krabbarøðina eru uppgávur gjørdar. Tit eru vælkomin at prenta tær út ókeypis – tær eru hugsaðar at verða prentaðar út í A5 stødd, tvs. at allar 4 síðurnar verða prentaðar út á eitt A4 ark.
Uppgávurnar eru eitt tilboð til lærarar og næmingar. Árna Højgaard og Birita Weihe hava skrivað; tær eru lærarar og hava í nógv ár havt yngstu næmingarnar. Uppgávurnar eru í fyrsta umfari royndar í ymsum flokkum og síðan viðgjørdar av lesifrøðinginum Sissal Rasmussen.
Lærugrein: Føroyskt
Kjarnaøki: Skrivaða málið