Tilfar frá Fólkaheilsuráðnum um at uppliva mat við sansunum. Tilfarið er væl egnað til miðdeildina, tó eru fleiri uppgávur væl egnaðar til framhalddeildina.
Uppgávurnar leggja upp til at brúka allar sansir og at eggja næmingum til at royna nýggjar matvørur og soleiðis gerast betur førur fyri at smakka og at greina ymsu smakkirnar. Tilfarið leggur upp til at gera fleiri smakkiroyndir í bólkum og í flokkinum. Smakkistjørnan verður nógv brúkt.
Tilfarið kann takast niður sum Pdf og Powerpoint.
Lærugrein: Náttúra og tøkni
Aldurstrin: 4.-6. flokkur
Kjarnaøki: Samspæl menniskjunnar við náttúruna.