• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Gráspurvurin - søgulig lýsing...

Grein um gráspurvin eftir Eyðfinn Magnussen, Sven-Axel Bengtson, Kirstin Eliasen, Laura Mary Jacobsen. Úr: Fróðskaparrit 51: p. 237-251, 2004.

A history of colonization and current status of the house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands

Úrtak:

Gráspurvur (Passer domesticus) eigur í flestu býum og bygdum í Føroyum. Rættilig niðurseting byrjaði miðskeiðis í 1930unum, og síðani hevur hann spreitt seg um oyggjarnar. Úrslitini í greinini eru grundaði á nýggjar teljingar, samrøður við fólk og skrivligar frásagnir. Spjaðingarmynstrið er torskilt, bæði tá hugt verður at búsetingarmynstrinum kring landið, og hvussu hetta broytist við tíðini. Kanning okkara vísir, at tað helst eru fleiri sjálvstøðugir tilflytarar, og stuðlar hetta undanfarnar metingar. Alt bendir á, at spjaðingin av gráspurvi er tengd at fólki, og í hvønn mun bygdirnar eru avbyrgdar. Eisini hava livilíkindi og broytingar av stovninum á staðnum nógv at siga. Kanningin er gjørd í 118 bygdum og býum, og vísir hon, at gráspurvur búleikast í 80 % av teimum. Gráspurvurin tók fyrst búgv á teimum størru plássunum í landinum, og var at finna á flestu teirra fyri 1960. Tey fyrstu 30-40 árini búsettist gráspurvurin í 50% av føroysku bygdunum, og í fyrru helvt av 1980unum hevði hann breitt seg til 65% av bygdunum. Stovnsstøddin í 2001 og 2002 var mett at vera ávikavist 2.500 og 2.700 pør. harav ein triðingur er í Tórshavn (90 pør/km2). Talið av gráspurvi hevur verið eitt sindur óstøðugt, bæði í hvørjari bygd sær og samlað fyri landið. Lítið er til av søguligum tilfari um stovnsstøddina gjøgnum árini, og í løtuni hómast eingin týðilig broyting í gráspuvameinginum.

 

Tilfarið er væl egnað, sum íblástur og kunning til læraran og til hægri undirvísing.

Lærugrein: Lívfrøði

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020