• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Nøringin hjá føroyska gráspurvanum

Ensk grein um nøringina hjá gráspurvinum eftir Eyðfinn Magnussen, Fróðskaparsetur Føroya, NVD. Og Jens-Kjeld Jensen. Greinin var prentað í Fróðskaparrit 58. bók 2010: 125-132

Úrtak

Árini frá 1985 til 1992 vóru tilsamans 347 gráspurvaungar (Passer omesticus) merktirí bygdini Nólsoy, beint áðrenn teir vóru floygdir. Við at nýta dagfestingina tá ungarnir vórðu merktir og talið av ungum er ásett,

nær og hvussu ofta gráspurvurin verpur og hvussu nógvar ungar hann fær hvørja ferð. Kanningarnar vísa, at føroyski gráspurvurin verpur tvær ferðir um árið, viðhvørt tó tríggjar ferðir: Fyrstu urptin er í byrjanini av mai mánað, tann næsta er um miðjan juni og triðja urptin í byrjanini av juli mánað. Hvør bøga fær í miðal 6,3 ungar um árið. Í miðal vóru 3,5 ungar í hvørjari urpt. Úrslit okkara vísa, at tey fyrstu árini varp gráspurvurin fyrr og fyrr, fyri hvørt árið. Hetta broyttist tó tey seinru árini sum kanningin vardi: Í 1989 vórðu fyrstu eggini vorpin meira enn fimm vikur fyrri enn í 1985, og næstu urptin næstan sjey vikur fyrr.

Tilfarið er væl egnað, sum íblástur og kunning til læraran og til hægri undirvísing.

Lærugrein: Lívfrøði

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021