• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Slóðir

Ringmerkingar av føroyskum gráspurvum

Grein á enskum um ringmerkingar av gráspurvi, eftir Eyðfinn Magnussen, NVD, Fróðskaparsetur Føroya og Jens-Kjeld Jensen. Úr: Fróðskaparrit 57. bók 2009: 182- 189.

Úrtak:

Gráspurvurin (Passer domesticus) má metast at vera ein tann støðufastasti búfuglurin í Føroyum. Síðan 1963 eru tilsamans 2.167 gráspurvar ringmerktir í 12 ymiskum føroyskum bygdum, spjaddar kring landið. 17% vórðu merkt í reiðrinum, 39% vóru ungfuglar og 39% vaksnir fuglar. 225 (10%) av teimum merktu gráspurvunum vórðu fingnir ella sæddir aftur; allir í Føroyum, og einans tveir í aðrari bygd enn henni, har teir upprunaliga vórðu merktir. Helvtin av fráboðanunum komu tær fyrstu 8 vikurnar eftir merkingina, 25% fyrstu 3 vikurnar. Í flestum førum (68%) doyðu fuglarnir av ókendum ávum, men har deyðaatvoldin var kend, var ketta vanligasta atvoldin. Miðallívstíðin hjá føroyska gráspurvinum er 1,3 ár. Helvtin av spurvunum, sum vórðu merktir í reiðrinum ella sum ungfuglar, doyðu eftir 4,1 mánaðum. Tann elsti gráspurvurin, vit vita um í Føroyum, varð fingin aftur næstan tíggju ár eftir, at hann varðmerktur í reiðrinum.

Tilfarið er væl egnað, sum íblástur og kunning til læraran og til hægri undirvísing.

Lærugrein: Lívfrøði

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020