Henda bókin er um landnámið. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At enda síggja vit ein søguligan stað, soleiðis sum hann er í dag. Óli Petersen hevur teknað stuttligu tekningarnar um landnámið. Spf Gramar hevur umsitið prentingina. Bókin fæst í Bókamiðsøluni og í bókahandlunum.
Føroya Skúlabókagrunnur hevur samstarvað við íslendska Námsgagnastofnun innan talgilt undirvísingartilfar og vanligar bøkur. Fyrr eru talgild læruspøl løgd á heimasíðu grunsins og nú eru fýra bøkur týddar úr íslendskum, og klárar at brúka í yngstu flokkunum.
Bøkurnar eru partar av røðini Komið og kannið og snúgva seg um kroppin, bilin, køkin og rúmdina. Bøkurnar leggja upp til at næmingarnir læra seg at eygleiða úr einum virknum náttúrufrøðiligum sjónarhorni.
Í somu røð Komið og kannið er eisini ein upprunaføroysk bók gjørd. Hon er um føroyska landnámið og vendir sær til miðdeild fólkaskúlans í søgu. Eyðun Rannváarson hevur skrivað hendingaríku søguna um landnámið og Óli P hevur teknað við stuttligum penni.
Henda bókin er um køkin. Hon er ætla at brúka í triðja flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit køkin og te...
Henda bókin er um bilin. Hon er ætla at brúka í øðrum flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit bilar, sum k...
Kroppin Henda bókin er um kroppin. Hon er ætla at brúka í fyrsta flokki í heimstaðarlæru. Í bókini kanna vit b...
Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini k...
Freistin at lata tilfar inn til kappingina er longd fram til jóla, tað er til 20. desember 2006. Tað er okkara...