Mandy at home er undirvísingartilfar til 5. flokk í enskum. Í lesibókini er - eins og í Mandy on holiday - fløga við upplestri av øllum tekstinum í bókini.
Mandy at home er gjørd við støði í Bretlandi, í enskum umhvørvi. Í bókini verður tó eisini víst á sambandið millum Bretland og Føroyar í tann mun, ið hetta hevur borið til og er natúrligt.
Ein fløga við teimum fjúrtan sangunum í Mandy at home er eisini komin. Herluf Lützen hevur staðið fyri tónleikinum, Pauli Hansen hevur samskipað, og næmingar syngja.
Arbeiðsbók og Lærarabók eru til bókaheildina. Til bøkurnar um Mandy eru gjørdar avritssíður, sum frítt kunnu takast niður av netinum. Tað er Una Poulsen, lærari í Vestmanna, ið skrivar bøkurnar um Mandy. Teknarar eru Hannis Egholm, Anni Arge Lamhauge og Osvald Jacobsen
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Mandy at home. Workbook eftir Unu Poulsen. Í arbeiðsbókini eru f...
Til læraran er gjørd fløga við sangunum úr lesibókini. Á fløguni eru 14 sangir, ið børn og vaksin syngja. Kend...
Aftur í ár bjóðar Føroya Skúlabókagrunnur eina spennandi nýggja bók í enskum Mandy at home, sum er undirvísing...