Teacher’s Guide og er í tveimum. Onnur hevur undirheiti Educational Intentions og fevnir um nýtsluleiðbeining umframt ymiska teoretiska upplýsing. T.d. leggur “Comments and Answers to Selected Tasks” stig fyri stig lag á undirvísingina við ymiskum hugskotum og svarlista um møguligt. “Working with Language” leggur lag á mállærupartin og “CD Scripts” fevnir um allar ‘munnligar’ tekstir á skrift. At enda miðsavnar “Background Information” viðkomandi ískoytisvitan um ymisku evnini.
Hin hevur undirheiti Copy Sheets og er eitt savn við ymiskum skrivligum uppgávum at kopiera beinleiðis til næmingarnar. Task Book vísir til hesi ørk, so hvørt. Eisini eru skjøl til næmingar og lærara at brúka í sambandi við at seta sær mál og eftirmeting. Fleiri av hesum ørkum eru somuleiðis at finna á heimasíðuni hjá Pit Stop.
Leiðbeing til spølini er í Task Book og Teacher's Guide Educational Intentions.
Tekstasavnið eitur Topic Book og verður altíð brúkt eftir leiðbeining úr Task Book.
Savnið er skipað í 6-7 ef...
Task Book er høvuðsbókin við fjølbroyttum uppgávum umboðandi ymiskar læruhættir. Hon vegleiðir samstundis, hvu...
Á lærarafløgunum eru allir tekstir og sangir, umframt ‘munnligir’ tekstir. Samanumtikið fyri allar árgangirnar...