Heil- og hálvársroynd til Rokning 1 c-d, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmingin lýðandi og trygt inn í arbeiðið við tølum og rokning.
Høvuðspartarnir í ROKNING 1 eru:
Fakligur greidleiki og umhugsni
ROKNING veitir eina neyva lýsing av málunum í námsætlanini á hvørjum stigi. Tey eru at finna í innganginum til Lærarabókina. Í Lærarabókini stendur somuleiðis, hvørji faklig mál eru tey mest viðkomandi í hvørjum kapitli. Harumframt eru málini neyvari lýst fyri hvørja síðu í grundbókunum.
Tí er lættari at draga fram júst hesi málini, tá ið arbeiðið verður fyrireikað, útint og/ella eftirmett, og tá ið tað verður viðgjørt saman við næmingunum:
• Hvat er tað, vit nú fara at læra? Hvat vita vit um hetta evnið frammanundan?
• Hvørji týðandi faklig evni hava vit lært av hesum virkseminum og hesum uppgávunum?
Lærarabók til Rokning 1b, sum er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í innskúlingini. Undirvís...
Avritsmappan verður seld sum teldutøk fíla og send skúlum o.ø. tá bílagt verður.
Rokning 1-4, avritsmappa er ...
Heilársroynd til Rokning 1, sum er bókaheild til undirvísingina ístøddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin ...
Rokning 1a er partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin førir næmi...
Rokning 1b er annar partur av bókaheild til undirvísingina í støddfrøði í 1. flokki. Undirvísingarheildin føri...