Bókin er grundbók ætlað til lærugreinina franskt á miðnámi. Hanna Jensen og Hallgerð Brim hava týtt og tillagað danska útgávu, sum Vibeke Gade hevur skrivað, og forlagið Systime givið út.
Fransktbókin er tøk sum bæði sBók og pappírsbók. Pappírsbókin er ein skerd útgáva av sBókini, tí í sBókini eru ljóðupptøkur og samvirknar uppgávur, sum ikki eru í pappírsútgávuni.
Øll øki í byrjanarundirvísing í fronskum verða viðgjørd, og teir 36 kapitlarnir fevna um eitt savnað byrjanarskeið. Við tekstum, uppgávum og mállæru hevur bókin nóg mikið av tilfari til á leið 80 undirvísingartímar.
Í sBókini eru: 250 samvirknar uppgávur, 90 ljóðbrot, 50 tekstir, 50 uppgávur, 30 venjingar, 180 myndir, uml. 600 orðafrágreiðingar, 175 síður umframt mállæruna: tilsamans 225 síður.
© 2018 (føroyska pappírsútgávan) Týðarar og Nám
© 2016 (føroyska sBókin) Týðarar og Nám
© 2012 (upprunaliga danska útgávan) Rithøvundur og Systime A/S
Rithøvundur: Vibeke Gade
Týðarar: Hanna Jensen og Hallgerð Brim
Rættlestur: Rólant í Skorini
Ritstjóri av týðing: Dorit Hansen
Myndir: Har einki annað er tilskilað, eiga forlagið Systime og rithøvundurin rættindini til myndir.
Umbróting og prent: Systime A/S
Kápa: Systime A/S
ISBN: 978-99918-2-834-3
1. útgáva og 1. upplag, 2018
Nám, Tórshavn 2018