Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:
Kalt niður eftir bakinum leggur dent á søgur og listarverk, sum fáa tað at renna kalt niður eftir bakinum.
Sansa lýrikkin leggur dent á yrkingar og listasniðið í yrkingum.
Ljós á lýsingar snýr seg um lýsingar sum serstakan miðil, har serligar snildir verða nýttar.
Inni í søguni leggur dent á samansettar søgur.
Orðafjas snýr seg um skapandi orðaspæl.
Vitan um barnabókmentir leggur dent á at lesa og arbeiða við yrkisteksti. Faklig lesing
Í bókini eru hesi tekstsløg: Søgubrot, filmur, táttur, søga, mynd, myndasøga, bræv, endurminning, frumsøgn, ritroynd, yrkistekstur, máliskur, stuttprosa, yrking, sangur, myndabók.
Bókin fæst eisini sum i-bók (netbók). Netbókin er lík pappírsbókini. Síðutøl og uppseting er tann sama. Uppgávur, myndir, ljóð- og filmsbrot eru í netbókini, sum ikki eru at finna í pappírsbókini, tó kunnu allar uppgávur skrivast út.
Hygg at filmsvegleiðingum, hvussu tú brúkar i-bókina