Á innganginum lýsir Hanus Andreassen yrkjaran, kritikaran og málfrøðingin Rikard Long. Bókin, ið er eitt úrvalssavn av tí, Rikard Long avrikaði, er skipað í hesar partar: Yrkingar, Kafeið, Um bókmentir, Um mál, Brot úr Brandans søgu, Um og eftir Ludvig Holberg, Týðingar av Hjalmar Søderberg og Týðingar av ævintýrum. Aftast í bókini eru viðmerkingar, yvirlit yvir bókmentir og yvirlit yvir eitt úrval av greinum, yrkingum og týðingum eftir Rikard Long.
Teldutøk rithøvundaskrá, skipað í tíðarrøð, við almennum inngangi um føroyskar bókmentir.
Savn við yrkingum, stuttsøgum, greinum og myndum. Flestu tekstirnir í savninum hava ikki áður verið útgivnir á...