• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Grót og steinar

Grót og steinar
Útgávuár: 2004
ISBN: 978-99918-0-352-4

Grót & steinar er ein upplýsandi bók, ið við greiðum teksti og frálíkum myndum sigur frá stórfingna ríkidømi av gróti og steinum, ið liggur fjalt undir fótum okkara. Bókin er gjørd í samstarvi við bretska Natural History Museum. Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, hevur týtt úr enskum.

Ymisku grótsløgini eru vorðin til á ymiskan hátt fram ígjøgnum jarðarsøguna. Við at granska grótið kunnu jarðfrøðingar kunna seg um viðurskifti og hendingar á jørðini, sum tíðin er liðin. Á bókini ber eisini til at lesa um at slípa steinar og at greina grót- og steinsløg. Orðtýðingar og leitorðalisti eru prentað aftast í bókini. Hóast teksturin er skrivaður av serfrøðingum, er hann lættur at lesa, og tær frágreiðandi myndirnar gera bókina væl egnaða til undirvísing, og til handbók hjá teimum, ið vilja læra seg meira um grót og steinar.

 

Frammanundan eru 6 aðrar útgávur komnar út, sum hvør í sínum lagi lýsa evni úr náttúruni við løttum, upplýsandi teksti og frálíkum myndum. Tær eru: Mannakroppurin, Súgdýr, Jørðin, Rúmdin, Regnskógurin og Havið.

 

 

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Dr. R. F. Symes
Tilfar:
  • » Bók
Grót og steinsløg
Grót og steinsløg

Myndatalva, ið vísir myndir av kendum steinsløgum. Talvan er 52x76 cm til støddar, plastaðar og tí haldgóðar.

Grót og steinar í Føroyum
Grót og steinar í Føroyum

Myndatalvan Grót og steinar í Føroyum er gjørd í samstarvi við Jarðfeingi. Við lýsandi myndum vísir hon tey va...

Føroya jarðfrøði
Føroya jarðfrøði

Bókin byrjar við einum almennum parti, har eldgos verða viðgjørd í alheimshøpi. Høvuðsdenturin er lagdur á før...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021