Bókin er býtt sundur í heimspartar. Fyrst í hvørjum parti er eitt kort, ið vísir allan heimspartin og eisini síður, ið lýsa fólkini, har búgva. Hvørt landið ella landabólkur hevur so serstakt kort, sum vísir býir, áir, fjøll o.a. týdningarmikið.
Eisini eru upplýsingar um fólk, siðir, politikk og búskap. Fyri hvørt landið er kassi við hagtølum, t.d. vídd, fólkatali, høvuðsstaði, átrúnaði, stýrislagi og gjaldoyra. Aftast í bókini er ískoyti við upplýsingum um: Stýrisskipanir, Altjóða felagsskapir, Átrúnað í heiminum, Heilsu og útbúgving, Rík og fátæk og Heimshandilin. Eisini eru orðalýsingar, navnaskrá og leitorðalisti. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.
Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameind...
Bóklingurin er knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og kunning....
Bóklingurin er serstakt knýttur at bókini Heimurin í hagtølum og evnum og viðger evni innan landalæru, søgu og...
Veggjastødd 120 x 160 cm. Lutfall 1 : 2 mió.
Kortið er umhvørviskort við nýggjum landamørkum og landanøvnum...
Heimsatlasið byrjar í Føroyum, fyrst við yvirlitskorti og síðan oyggj fyri oyggj, so út á grunnar og havleiðir...
Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 25 mió.
Kortið er umhvørviskort við nýggjastu landamørkum og dagføri...
Heimurin er heimskort við nøvnum á londum, høvuðsstøðum og øðrum stórbýum. Heimsins høv eru nevnd, og haraftur...