• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Matur í myndum

- kókibókin til tey smáu

Matur í myndum
Útgávuár: 1998
Bókasavnstal: 64.1
ISBN: 978-99918-1-148-6

Matur í myndum er ein øðrvísi og stuttlig kókibók, har allar uppskriftirnar eru í litmyndum við so lítið av teksti, sum gjørligt. Flestum børnum dámar væl at gera mat, uttan at tey vaksnu blanda seg ov nógv uppí, men tað kann vera trupult hjá teimum at lesa uppskriftirnar, serliga teimum, ið ikki eru so roynd í lesikynstrinum. Í hesi bókini eru uppskriftirnar einfaldar.

Barnið skal bara fylgja myndatekstinum, ið er sera eyðskiltur. Ætlanin við myndunum er eisini at geva børnunum høvi at læra seg rætt arbeiðslag í køkinum, og sjálvandi er best, um onkur vaksin er saman við børnunum, tá ið tey fáast við t.d. bakarovn, kókandi løg ella heitt feitt. Bókin kemur væl við, bæði heima við hús, á dagstovnum og ikki minst í skúlum, har nýggja lærugreinin handaverk og list, í 1.-7. flokk, hevur heimkunnleika sum kravda lærugrein.

Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur hava givið bókina út í felag.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Sigrid Dalsgaard
Tilfar:
  • » Bók
Mekani
Mekani

Hetta er ein bók, ið veitir okkum grundleggjandi vitan um matvørurnar. Bókin er býtt sundur, so at hon gevur i...

Døgurðabókin - hin grøna
Døgurðabókin - hin grøna

Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga h...

Døgurðabókin - hin reyða
Døgurðabókin - hin reyða

Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum og er framhald av tí grønu Døgurðabókini. Á bóki...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021