Stødd 60 x 42 cm.
8. juni í 2004 kl. 06:00 – 12:20 stóð Venus fyri Sólini. Hetta fyribrigdið var seinast at síggja í 1882. At taka myndir, sum hesar, av fyribrigdinum í síni heild, fer ikki at bera til aftur í Føroyum fyrr enn 11. juni í 2247. Myndirnar vórðu tiknar í Tórshavn ígjøgnum lítlan linsukikara. Brúkt var grønt sólfiltur fyri myndatólið. Myndirnar hevur Pól Jespersen, studentaskúlalærari, tikið.
Venus er gongustjørnan, sum kemur Jørðini næst. Stundum verða hon og Jørðin nevndar tvíburasystrar, tí tær eru so líkar í stødd og bygnaði. Men á Venus eru ikki umstøður hjá fólki at búgva, tí har er so ógvuliga heitt.
Skúlar, sum keypa flokssett av Alisfrøði og evnafrøði 3, fáa myndatalvuna ókeypis.
Rúmdina Henda bókin er um rúmdina. Hon er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í náttúru og tøkni. Í bókini k...
Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.
Talvurnar eru 52 x 76...
Hesi evni eru viðgjørd: 1. Sólin og fylgisveinar hennara, 2. Sól og gongustjørnur í røttum lutfalli, 3. Yvirli...