• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Skygni 2A - Næmingabók

Næmingabók

Skygni 2A - Næmingabók
Útgávuár: 2006
ISBN: 978-99918-0-421-7

Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 2. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum.

Nýggja roknibókin er triðja bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Í hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum.

Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.

Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Ivan Christiansen
  • » Henry Schultz
  • » Benny Syberg
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
Viðkomandi tilfar:
Skygni 2A til sjónveik
Skygni 2A til sjónveik

Einnýtisbók til sjónveik. Bókin er 20% størri enn vanliga Skygnibókin. Til útgávuheildina eru næmingabók, læra...

Skygni 2A - Læraramappa
Skygni 2A - Læraramappa

Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og ný...

Skygni 2A/B - Avritsmappa
Skygni 2A/B - Avritsmappa

Í Avritsmappuni eru ískoytisuppgávur og virknissíður til bøkurnar Skygni 2A og 2B. Avritssíðurnar eru innihald...

Skygni 2B - Næmingabók
Skygni 2B - Næmingabók

Hetta er nýggj roknibók til 2. flokk og framhald av Skygni 2A. Til útgávuheildina Skygni 2B eru næmingabók, læ...

Skygni 2B - Læraramappa
Skygni 2B - Læraramappa

Í Læraramappuni verður greitt frá endamálinum við undirvísingini í støddfrøði, undirvísingarinnihaldinum og ný...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2022