Bókin Føroya Náttúra er ein støðumynd av lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, og tí er hon tað besta grundarlagið, ið vit í løtuni hava fyri at meta um støðuna hjá plantum og djórum í Føroyum. Hon gevur eisini eitt yvirlit yvir, á hvønn hátt lívfrøðiliga margfeldið verður gagnnýtt og hvørjar hóttanir eru í hesum.
Verkætlanin, at lýsa føroysku náttúruna, varð sett í gongd eftir at Føroyar í 1992 skrivaðu undir
ST-samtyktina Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av lívfrøðiligum margfeldi. Týðandi og bindandi sáttmálar, sum eru grundleggjandi fyri eina tjóð sum okkara, ið burturav livur av burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni.
Bókin Føroya Náttúra er okkara íkast til hesa heimsumfatandi støðumynd.
Bókin er í fyrstu atløgu ein lýsing av Føroya náttúru fyri einum breiðum lesaraskara. Fyri ikki at bróta lýsingina av náttúruni ov nógv av, er ymiskt tilfar um lívfrøði koyrt í kassar. Hesir kassarnir eru í ein serligan mun ætlaðir til undirvísing í lívfrøði.
20 lívfrøðingar hava skrivað og lýst sín part av føroysku náttúruni. Ein faklig ritstjórn við Onnu Mariu Fosaa, Eilif Gaard og Jóannes Dalsgarð saman við Magnusi Gaard, skrivara og samskipara, hava lagt innihaldið til rættis.
Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl ...
Bókin viðger vistfrøðina og lívfrøðina hjá soppum, eyðkenni, bólking og vakstrarstøð. Nógvir soppar eru sera v...
Hetta tilfarið er hugsað sum undirvísingartilfar til grundbókina Føroya Náttúra - lívfrøðiligt margfeldi. Hóas...
Fiskar undir Føroyum snýr seg um, hvørji fiskasløg eru við Føroyar, teirra føroyska navn og teirra vísindaliga...
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í framhaldsdeildini. Bókin er skipað soleiðis, at fyrst verður greitt frá um ...
Bókin er ætlað sum ein hent bók hjá teimum, sum vilja vita meira um tey einstøku dýrini og tær einstøku plantu...
Lív og gróður er um sambandið millum alt livandi á jørðini, um planturnar, sum eru grundarlagið undir øllum lí...
Bókin er ætlað sum frálærutilfar í seinnu helvt av framhaldsdeildini. Hon byrjar við at greiða frá kyknuni, si...