• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Útgávur

Les 2 Lærarabók

Lærarabók

Les 2 Lærarabók
Útgávuár: 2008
ISBN: 978-99918-0-488-0

Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan er ikki um endaligar greiningar av tekstunum, men heldur um at vísa á eina gongda leið, tá ið farið verður undir greiningina.

Lærarabókin er skipað soleiðis, at fyrst er ein partur um ymisk hugskot, sum kunnu brúkast í sambandi við tekstagreining. Eftir tað verða nakrar hentar handbøkur nevndar, har til ber m.a. at finna upplýsingar um høvundar og útgávur, um tekstasløg, hugtøk, arbeiðshættir, frymlar og annað, ið einum tørvar í sambandi við tekstaarbeiði. Endamálið við hesi lærarabókini er at veita íblástur og hugskot, tá ið farið verður undir at arbeiða við tekstasavninum. Roynt verður at vísa á, hvussu arbeiðast kann við einstaka tekstinum, hvørji evni verða viðgjørd, eins og víst verður á sambond ímillum tekstirnar. Talan er ikki um endaligar greiningar av tekstunum, men heldur um at vísa á eina gongda leið, tá ið farið verður undir greiningina.

 

Lærarabókin er skipað soleiðis, at fyrst er ein partur um ymisk hugskot, sum kunnu brúkast í sambandi við tekstagreining. Eftir tað verða nakrar hentar handbøkur nevndar, har til ber m.a. at finna upplýsingar um høvundar og útgávur, um tekstasløg, hugtøk, arbeiðshættir, frymlar og annað, ið einum tørvar í sambandi við tekstaarbeiði. Jóannes Gaard hevur skrivað partin um tað at lesa myndir. Í hesum parti verður víst á, hvønn týdning grundleggjandi myndamálið hevur, eins og á tann perspektiverandi myndalesturin, ið kann geva lesaranum eina breiðari fatan av myndamáli. Gunnar Hoydal hevur skrivað um myndlistafólkini. Í lærarabókini stendur, hvussu nógvar normalsíður hvør einstakur tekstur í Les 2 er. Hetta kann vera ógvuliga hent hjá lærarum at fáa upplýst.

Bókarøð: Lærarabók
Rithøvundar
  • » Lydia Didriksen
Les 2
Les 2

Les 2 er onnur bókin í Les-bókarøðini til framhaldsdeildina í føroyskum. Bókin er fjølbroytt tekstasavn, sum e...

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021