Týskt 1 eftir Gunnvá Dam, lærara, er skrivligt týskt til 8. flokk. Týskt 1 er uppgávubók til byrjanarundirvísing í týskum og er ætlað til fyrru hálvu av 8. flokki.
Í bókini eru grundleggjandi mállæruvenjingar í týskum, har dentur verður lagdur á navnorð úr gerandisdegnum og bendingarnar í nútíð og tátíð av sagnorðunum sein, haben og werden.
Í bókini eru ymiskar uppgávur, t.d. innsetingaruppgávur, umsetingar, krossorðagátur, villiniborgir og ymiskar orðagátur.
Til allar innsetingaruppgávur og umsetingar eru glosur á síðuni ella víst verður til glosur á øðrum síðum.
Jeanette Poulsen hevur myndprýtt. Umbrotið og prentað hava Vasti/Estra.
Hetta er ein nýggj og økt útgáva av tí grundleggjandi undirvísingarbókini eftir André Niclasen lærara, sum er ...
Framhald av Týskt 1 - eisini til 8. flokk. Leggur seg serliga eftir veikt bendum sagnorðum í tíðum og bundnum ...