Føroyingasøga er skrivað í Íslandi, ið hvussu er ikki seinni enn um ár 1200. Søgan er ikki varðveitt í heilum líki, men í pørtum í ymsum handritum, mesti parturin í Flatoyarbók, men eisini í søgunum um Ólav Tryggvason og Ólav Halga. Aftast í hesari útgávu er eftirmæli eftir Jørgen Hagan.
Á fyrsta bindi av Føroya søgu, ið ber undirheitið Norðurlond og Føroyar, verður roynt at koma inn í søgu okkar...