Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til bókina Bíbliuna í orðum og myndum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1996. Til evnisheftið hava høvundarnir eisini skrivað lærarahefti við uppgávum og uppskotum um verkevni, og hvussu drama/leikur kann verða brúkt í kristniundirvísingini. Evnini eru lýst bæði bíbilskt og verðsliga. Gott er góðum at tæna 1 bjóðar til, at næmingarnir bæði fáa høvi til at uppliva, lurta, samtala, samstarva, hugsa og nýta síni skapandi evni.
Bíblian í orðum og myndum er grundin undir evnisheftinum. Dentur verður lagdur á at viðgera hesar tekstir væl, so at næmingarnir betur skilja hendingarnar í Bíbliuni, at teir læra at kenna tey ymsu støðini, har sum hendingarnar fara fram, og læra teir ymsu persónarnar í Bíbliuni betur at kenna. Harumframt er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum, til at tosa um siðalagsligar spurningar, eitt nú øvund, um at lúgva, at stjala og at slatra.
Evnishefti, Gott er góðum at tæna 1, er lagað til bókina Bíbliuna í orðum og myndum, sum Bókadeild Føroya Læra...
Næmingabókin Gott er góðum at tæna 2, er ætlað kristniundirvísing í miðdeild og framhaldsdeild fólkaskúlans. L...
Gott er góðum at tæna 2 er ætlað kristniundirvísing í miðdeild og framhaldsdeild fólkaskúlans. Høvundarnir vís...