Um upphavsrætt
Alt tilfar á Snar er vart av upphavsrætti.
Um ikki annað er frámerkt, er høvuðsreglan galdandi. Høvuðsreglan er, at tilfarið kann brúkast til privata nýtslu og í undirvísingarhøpi.
Hevur tú ætlanir um at brúka tilfarið til annað, eigur tú at biðja um loyvið til hetta frá ritstjórnini á Snar, teldupostadressa snar@. snar.fo
Nærri kunning um upphavsrætt og leiðreglur til tilfar fæst við at lesa skjalið Leiðreglur til ritstjórnan av Snar.
Er ivi um tilfar stríðir ímóti lóggávu verður tað tikið av portalinum til endalig staðfesting fyriliggur.
Útgáva 1.0 mars 2009 [1]
1. Dygdin á innihaldinum
Innihaldið á SNAR skal vera fakliga dygdargott og viðkomandi í undirvísingarhøpi og skal leggjast fram á sakligan og sømiligan hátt. Innihaldið skal hava eitt greitt, námsfrøðiligt endamál, skal vera aktuelt og dagført, ætlað brúkarunum av portalinum, skal vera óheft av politiskum og átrúnaðarligum áhugamálum og má ikki innihalda lýsingar av nøkrum slag.
Innihaldið skal vera í tráð við galdandi lóggávu um eitt nú upphavsrætt og persónsdáta.
2. Innihaldið er fakligt
Innihaldið verður viðgjørt við grundarlagi í fakligum sjónarhornum og verður nýtt í t.d. fakligum temum, temum viðvíkjandi undirvísing og undirvísingargongdum.
3. Lærumiðlar
Lærumiðlar skulu vera framleiddir av ella mentir sambært avtalu við eksternar partar. Tað skal týðuliga tilskilast hvaðani innihaldið stavar, sí punkt 5. Innihald ætlað næmingum, ið ikki beinleiðis miðar ímóti eini undirvísingarstøðu, lýsingar av góðum dømum, verkætlanir, verkevni v.m. eins og innihald, ið einans greiðir frá og ger verandi næmingatilfar atkomandi í undirvísingini, verður tó loyvt.
4. Vinnuligt innihald
Fylgjandi leiðreglur eru galdandi fyri vinnuligt innihald á SNAR:
5. Samstarv við eksternar partar
Eksternir partar kunnu nýta SNAR sum netpall, um leiðreglurnar fyri portalin verða hildnar.
6. Vevtænastur og plugins
Fyri at nýta vevtænastur og plugins í SNAR eru fylgjandi leiðreglur galdandi:
7. Leinkjur
8. Upphavsrættur
Alt innihald og øll sløg av tilfari skulu vera í tráð við upphavsrættarlógina, t.e.
Á SNAR skal keldan til tilfar, ið er endurgivið í síðunum, altíð upplýsast. Kelduupplýsing til t.d. mynd hjá triðjaparti, ið verður víst á SNAR, krevur umsókn um loyvi, og at loyvi er fingið frá upphavspersóninum ella umboði hansara til, at myndin kann vera víst á SNAR. Hetta loyvi skal goymast og um neyðugt kunna vísast fram. Harafturat skal ein tryggja sær, at lóggávan eisini verður hildin á teimum síðum, ið leinkjað verður til.
9. Persónsdáta
Persónsdátalógin skal haldast. Verður eitt nú ein listi við nøvnum, bústøðum, telefonnumrum og teldupost-bústøðum á lærarum/næmingum í ávísum skúla vístur, skal hvør einstakur persónur skrivliga hava givið loyvi til tað. Hetta loyvi skal goymast og um neyðugt kunna vísast fram. Harafturat skal ein tryggja sær, at lóggávan eisini verður hildin á teimum síðum, ið leinkjað verður til.
10. Bygnaðurin á síðunum
Valmyndir, síður, bygnaður á síðum og yvirskriftir skulu gera tað lætt hjá brúkaranum at finna fram áhugavert tilfar.
11. Beinrakni
Leinkjur, slóðir og innliman av online-tænastum skulu hjálpa til at gera brúkarin beinraknari, tá ið hann reikar á netinum.
12. Bygnaður í tekstunum
Tekstirnir skulu fylgja leiðreglunum fyri at skriva til netið. Brúkarar skimma tekstir á skýggjanum, teir lesa teir ikki á sama hátt sum tekst á pappíri.
13. Skriftlitir
Á SNAR kunnu bara teir skriftlitir nýtast, ið ritstjóraamboðini gevur atgongd til. Týdningarmikil orð kunnu markast við litum, men við máta. Síðan verður harmoniskari, um ein nýtir fáar skriftlitir.
14. Grafikkur, foto og kassar
Gafikkur og foto skulu viðvirka til fatan av tilhoyrandi teksti ella leinkju.
15. Eintáttað, partískt innihald ella innihald, ið brýtur lógina
16. Høvuðsregla
Tilfarið á Snar kann brúkast privat og í undirvísingarhøpi. Hevur tú ætlanir um at brúka tilfarið til annað, eigur tú at biðja um loyvi til hetta frá snar@ snar.fo
&nb
[1] Týtt og tillaga eftir leiðreglum hjá EMU.